Um okkum

Um okkum

Endamál:

 

Endamálið er á øllum økjum at røkja og fremja áhugamál hjá presónum við Cerebral parese (Spastisk lammilsi).

 

Limir:

 

80 limir. Øll kunnu gerast limir.

 

Limagjøld:

 

Støk 100 kr, húski 150 kr, feløg og stovnar 500 kr.

 

Limafundir:

 

Aðalfundur er í mai. Felagið hevur 4 fundir árliga. Limir eru vælkomnir at seta fram uppskot til limafundirnar.

 

Málbólkur:

 

Cerebral parese (Spastisk lammilsi) er ein kroniskur heilaskaði, ið elvir til ymsar rørslu trupulleikar og stívar vøddar. Atvoldin til brekið er ilttrot, antin í móðurlívinum ella undir føðingini. Ikki tveir spastikarar eru eins.

 

Vanliga verður brekið býtt í 4 bólkar

 

Monoplegi, lamin í einum armi ella einum beini

Hemiplegi, hálvsíðugt lammilsi

Diplegia, lamin í báðum síðum. Armar og hendur kunnu verða rakt í minni mun.

Tetraplegi, lamin í øllum ekstremitetum, her kann fjøllbrek koma inn í myndina. Mett verður, at umleið 40-50 limir eru menningartarnaðir.

Aðrir upplýsingar:

 

Limirnir fáa blaðið Spastikeren ókeypis frá spastikerforeningen í Danmark. Somuleiðis kunnu limirnir skriva í blaðið.

Summir av limum felagsins skipa javnan fyri bingo.

Brekaðir limir kunna søkja fyggjarligan stuðul upp til 1000,- kr til t.d. uttanlandsfreðir ella annað ið tørvur er á.

 

Tit kunna útskriva stuðul skemaði her

Copyright © All Rights Reserved.