Viðtøkur

Viðtøkur fyri Spastikarafelagið

§ 1

 

Navn felagsins er Spastikarafelagið og heimstaður felagsins er Tórshavn.

 

§ 2

 

Endamál felagsins er:

 

at bøta um korini hjá fólki við cerebral parese og líknandi lamningi

 

at bøta um almennu umsorgina

 

at økja viðgerðar møguleikarnar, herundir útvegan av viðgerðum og bústovnum

 

at arbeiða fyri og hjálpa við upplæring, útbúgving, arbeiðsmøguleikum og røkt av fólki við Cerebral parese og líknandi lamningi

 

at upplýsa og ráðgeva um brekini, uppruna og avleiðingar teirra

 

at stuðla vísindaligari gransking, fyribyrging og viðgerð

 

at luttaka í norðulendskum og altjóða samstarvi

 

§ 3

 

Limir:

 

Einstaklingar, húski, feløg og stovnar kunnu gerast limir.

 

§ 4

 

Limagjald:

 

Limagjald verður ásett á aðalfundinum.

 

§ 5

 

Lækna- og specialistráð:

 

Nevndin kann seta á stovn lækna- og specialistráð.

 

§ 6

 

Undirnevndir:

 

Nevndin kann seta undirnevndir at arbeiða við ávisum uppgávum.

 

§ 7

 

Aðalfundurin:

 

Aðalfundurin er hægsti mynduleiki. Aðalfundurin verður hildin í apríl/mai.

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið 1/3 av limunum ella ein meiriluti av

 

Nevndini ynskja tað.

 

Boð um aðalfund verða send limunum skrivliga 14 dagar frammanundan, og

verður aðalfundurin samstundis lýstur í føroysku fjølmiðlunum. Á sama hátt

verður kallað

til eykaaðalfund. Um neyðugt kunnu undantøk verða gjørd og eykaaðalfundur

verða

lýstur við styttri freist.

 

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi eina viku áðrenn fundin.

 

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

Stendur á jøvnum verur formansins atkvøða avgerandi.

 

Aðalfundurin viðger hesi mál:

 

Val av orðstýrara

Ársfrágreiðing nevndarinnar

Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar

Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár

Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara

Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár

Innkomin mál

Ymiskt

 

§ 8

 

Styrið:

 

Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum vald á ársaðalfundinum.

 

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.

Formaðurin og kassameistari saman tekna felagið.

 

2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur fara frá á fyrsta aðalfundi, á næsta aðalfundi hini 3 nevndarlimirnir og hin tiltakslimurin.

 

Nevndin eigur at hava minst 6 nevndarfundir árliga.

 

§ 9

 

 

Limatiltøk:

 

Minst 6 limatiltøk eiga at verða gjørd um árið.

Nevndin skipar fyri hesum tiltøkum.

 

§ 10

 

 

Almennir fundir:

 

Miðað verður ímóti einum almennum fundi um árið

 

Uppskot um evni til almenna fundin kunnu verða løgd fram á aðalfundinum.

 

§ 11

 

Roknskapur:

 

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

 

§ 12

 

Lógarbroytinga:

 

Uppskot til broyting avviðtøkunum skulu vera nevndini í hendi 3 vikur

áðrenn aðalfundin.

 

§ 13

 

 

Avtøka av felagnum:

 

Felagið kann bert verða avtikið um í minsta lagi 2/3 av møttu limumum greiða atkvøðu fyri tí á eykaaðalfundi, sum lýstur er sum aðalfundur við avtøku av felagnum á skránni.

 

Verður felagið avtikið, skulu ognir tess verða lagdar í grunn, sum verður stovnaður við tí endamáli at verða teimum í grein 2 nevndu at gagni.

 

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn hin 14. mei 1988.

 

 

 

Fundarstjóri:

 

 

Eilif Samuelsen

Copyright © All Rights Reserved.